Í Skotlandi eru tey á ongan hátt nøgd við at skula úr ES. Tað segði skotski fyrstiministari Nicola Sturgeon í gjár. Sturgeon sigur, at tey í Skotlandi á ongan hátt eru nøgd við nýggju avtaluna, sum bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur fingið stuðul frá frá teimum evropeisku leiðarunum, um at fara úr ES
- Eingin skotsk stjórn, sum hugsar um hetta og framtíðar ættarlið, kunnu góðtaka hesa avtaluna, segði Sturgeon.
Meðan Theresa May hevur sagt, at verður hendan avtalan ikki góðtikin, so má Stórabretland traðka úr ES uttan nakra avtalu, sigur Nicola Sturgeon, at hesum trýr hon ikki, og at hon heldur vil hava eina nýggja atkvøðu um Brexit.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald