Bú- og Heimatænastan í Suðuroynni hevur biðið landsstýrið um meira pening til eldraøkið í Suðuroynni. Tað veit Kringvarpið.
Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroynni hevur sent løgmanni umsókn um eina fíggjarliga serskipan fyri eldraøkið í Suðuroynni, eins og eldraøkið í Sandoynni.
Sambært Kringvarpinum skrivar Mikkjal Sørensen, formaður fyri Bú- og Heimatænastuna og borgarstjóri í Porkeri, í umsóknini, at støðan í Suðuroynni er í dag lík teirri, sum førdi við sær, at Sandoyar sýsla fekk serskipan, tá eldraøkið varð lagt til kommunurnar at umsita - ein serskipan, sum førir við sær, at fíggjarliga afturberingin til Sandoyar Sýslu verður faldað við 1,3.
Stýrið í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy samtykti á stýrisfundi 4. september 2018 at senda umsókn til Føroya Landsstýri, stílað til Føroya Løgmann, og umsóknin varð send dagin eftir.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at tey gera vart við støðuna á eldraøkinum í Suðuroynni, tí fyrr í ár sendi stýrið fyri fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy skriv til landsstýrið, har tey gjørdu greitt, at kommunurnar í Suðuroynni og stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna i Suðuroy ikki vildi taka ábyrdina av eldraøkinum í Suðuroynni longur, um ein loysn ikki varð funnin á fíggjarliga trupulleikanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald