Uttanlands

Suðurafrika: Nýføðingur deyður við COVID-19

Heilsumálaráðið í Suðurafrika upplýsir, at barnið varð føtt ov tíðliga og hevði trupulleikar við lungunum

Johannesburg, Suðurafrika (Mynd: EPA)

Johannesburg, Suðurafrika (Mynd: EPA)

2020-05-24 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein tveir dagar gamal nýføðingur var í farnu viku millum andlátini, sum vórðu skrásett í Suðurafrika í sambandi við COVID-19.

Heilsumálaráðið í Suðurafrika upplýsir, at barnið varð føtt ov tíðliga og hevði trupulleikar við lungunum, tí var neyðugt við andingartóli.

Mamman og barnið vórðu kannað, og tað vísti seg, at bæði vóru smittað við COVID-19. Sambært suðurafrikanska heilsumálaráðnum, kann tað at barnið varð føtt ov tíðliga hava havt ávirkan á heilsustøðuna, skrivar Jyllands-Posten.

Í Suðurafrika eru 21.343 tilburðir skrásettir, og 407 eru deyð, vísir uppgerð hjá worldometers.info. Suðurafrika er eisini tað landið í Afrika, sum er harðast rakt av smittuni.

Orsakað av væntandi kanningarútgerð kann roknast við einum stórum myrkatali í nógvum afrikonskum londum. Hetta er m.a. orsøkin til, at Heimsheilsustovnurin WHO í løtuni er í ferð við at kanna fleiri hundrað illgrunasom andlát í einum stórbýi í Nigeria.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder