Suðuramerika er blivið nýggi miðdepilin hjá koronasmittuni. Tað upplýsir leiðarin fyri bráðhjálpartilbúgvingina hjá WHO, Mike Ryan, á tíðindafundi.
– Tað er greitt, at Brasil er tað landið, sum er harðast rakt. Á tann hátt er Suðuramerika vorðin nýggi miðdepilin. Vit hava sæð, at talið á tilburðum er vaksið í fleiri suðuramerikonskum londum, sigur hann.
Hósdagin fór talið á andlátum millum tey smittaðu í Brasil uppum 20.000. Tað er dupult so nógv sum fyri 11 døgum síðani. Eisini varð nýtt met sett tann dagin, tá Brasil skrásetti 1.188 andlát.
Nýggi heilsumálaráðharrin í Brasil er tann triði, sum landið hevur havt undir koronakreppuni. Hann hevur mælt til, at koronasjúklingar taka klorokin og hydroxyklorokin, eisini tey, ið hava mild sjúkueyðkenni.
Hetta hevur brasilski forsetin, Jair Bolsonaro eisini mælt til, men kanningar vísa annars, at hetta kann vera skaðiligt. Hesi sløg av heilivági verða vanliga nýtt at viðgerða sjúklingar við gikt og malaria, og í ringasta føri kunnu koronasjúklingar doyggja av tí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald