Innanlands

Suðuroyartunnilin og pensjónsaldurin til 3. viðgerð mikudagin

Lagnan hjá stóru málunum verður endaliga avgjørd seinnapartin og út á kvøldið í morgin - tá verður samgongustevið eisini greiðari

Margit Stóra og Aksel V. Johannesen stóðu fyri hvør sínum máli í gjár. Tað eydnaðist, Javnaðarflokkurin stóð eisini saman, men nú koma avgerandi tímarnir  (Mynd: Sverri Egholm)

Margit Stóra og Aksel V. Johannesen stóðu fyri hvør sínum máli í gjár. Tað eydnaðist, Javnaðarflokkurin stóð eisini saman, men nú koma avgerandi tímarnir (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-24 07:25 Author image
Agnar Prestá

Eftir tingfund í tíggju og ein hálvan tíma í gjár, varð niðurstøðan at bæði málið um at hækka pensjónsaldurin og tað um Suðuroyartunnilin vóru samtykt við 2. viðgerð.

Tað seinna varð samtykt við væl størri meiriluta og kemur bert í vanda, um andstøðan brádliga velur saman at royna at koppa samgonguni til triðju viðgerð - ella um samgongan skrædnar áðrenn.

Tað man ikki hava smakkað øllum í Javnaðarflokkinum væl, at atkvøða fyri pensjónsmálinum. Tá tað seinni gjørdist greitt, at umframt Liljuna Weihe og Erling Eidesgaard (blankt), valdu bæði Bjarni Kárason Petersen og Karlot Hergeirsson úr Framsókn ikki at atkvøða fyri Suðuroyartunnlinum. Samstundis fanst Hanna Jensen í løtum at uppskotinum hjá løgmanni, og lagið gjørdist ikki betri í Javnaðarleguni.

Sí eisini: Tvey av teimum hjá Framsókn ímóti - Erling atkvøddi blankt

[object Object]
Bjarni Kárason Petersen og Karlot Hergeirsson vóru greiðir í teirra hugsanum um málið (Mynd: Sverri Egholm)

Hoyr Karlot Hergeirsson seta orð á støðuna her

Í Framsókn vísa tey á, at hetta ikki er at rokna sum eitt samgongumál, og at hinir samgonguleiðararnir væl vistu av hesi støðuni. Løgmaður royndi í samrøðu við KVF eftir tingfundnum í gjár eisini at selja fund floksins um 19-tíðina í gjár, sum "ein vanligan floksfund, har ymiskt til í morgindagin skuldi fáast upp á pláss".

Spurnarkanning, sum spyr.fo gjørdi fyri FM mánamorgunin, vísir, at tey flestu ynskja ein Suðuroyartunnil. 58 prosent av teimum spurdu høvdu tó tað fyrivarni, at "tað skal bara gerast um vit vita, at tað er fíggjarliga ráðiligt".

Hetta skulu vit eisini finna endaliga útav nú, og tískil má málið ígjøgnu staðfesti løgmaður í samrøðu við FM1 - men so er tað linjuføringin: Har ynskja væl fleiri ta alternativu enn hana, sum nú liggur á borðinum.

Sí meira:

Samgongan hevur ikki verljararnar aftanfyri seg
- Næstan tveir triðingar av verljarunum ímóti at hækka pensjónsaldurin

[object Object]

Broytingaruppskot kunnu eisini koma á breddan til 3. viðgerð - hjá Javnaðarflokkinum merkir eitt samtykt pensjónsmál eftir øllum at døma eisini, at ferð av álvara skal setast á málið um at stytta arbeiðsvikuna 

Hóast tað mesta bendir á, at bæði pensjónsmálið og Suðuroyartunnilin verða endaliga samtykt mikudagin, og at samgongan megnar at sigla millum skerini, so eru ikki allir ivaspurningarnir skúgvaðir til viks enn.

Tingfundurin í morgin, 25 februar, byrjar klokkan 11. Bert triðju viðgerðir eru á skránni, so talan verður ikki um ein marathon-dag.

Sí skránna her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald