2019-08-11 09:44
Fleiri túsund fólk hava verið í Klaksvík á Summar Festivali um vikuskiftið, men í hesum sambandi hevur løgreglan havt øgiliga lítið at gjørt.
Vakthavandi á politistøðini upplýsir, at tað eisini hevur verið stak friðarligt í høvuðsstaðnum í nátt.
- Tað var sum mitt í viku, har var púra friðarligt, sigur vakthavandi.
Bert tvey mál vórðu skrásett í nátt, og tey vóru bæði í Klaksvík.
Ein hevði gjørt herverk á ein bil, og ein annar persónur hevði tikið eina valplakat niður og gekk runt við henni. Annars hevur verið púra friðarligt, upplýsir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald