Innanlands

Summar festivalurin verður aftur 6. til 8. august næsta ár

Festivalurin fegnast um at undirtøkan fyri festivalinum er so stór

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-12 12:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Summar festivalurin var í Klaksvík um vikuskiftið, og sambært fyrireikarunum vóru umleið líka nógv fólk, sum undanfarin ár. Tað er millum 8.000 og 10.000 fólk.

Og festivalurin, sum er landsins størsti, verður aftur næsta ár í døgunum 6. august, 7. august og 8. august.

- Takk øll tit, sum tóku lut og gjørdu festivalin so góðan. Vit eru sera fegin og eyðmjúk um, at undirtøkan fyri festivalinum er so stór, sigur Summar festivalurin.

Í ár framførdu nøvn sum Killer Queen, Rasmus Seebach, Chris Norman, Nico & Vinz umframt føroysk nøvn.

Sí eisini: Video: - Heilt suverent

Sí eisini: Video: Líka nógv fólk á festivali sum undanfarin ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder