Ársins summarfestivalur fer av bakkastokki í morgin, og veðurfrásøgnin sigur frá bæði sól og regni í Klaksvík hesar dagarnar. Tó kunnu fesitvalgestirnir gleðast um, at lítið og einki av regni verður teir tímarnar, tá tónleikur er á skránni, og at sera stilt er allan festivalin.
Hósdagin er eitt sindur av avfallið við 0,1 til 0,4 mm fram til klokkan 19. Hetta merkir so at regnið er av, áðrenn Jasmin sum tann fyrsta fer á pall klokkan 20. Vindurin liggur um 3-7 m/s um kvøldið og alla náttina. Hitin hendan dagin liggur um 10-12 hitastig.
Umleið á middegi fer aftur at regna og fram til klokkan 20 verður millum 0,1-0,2 mm av avfalli. Vindurin er tað sama við millum 3-8 m/s, og hitin verður um 10-12 hitastig.
Leygardagin sleppa festivalgestirnir heilt undan regni. Vindurin er lítil um dagin við millum 3 og 7 m/s og um kvøldið bert 1-3 m/s. Hitin hendan dagin er um 10-11 hitastig.
Millum regnælini sæst sólin allar dagarnar, tó at hon hvørvur eitt sindur leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald