- Tey eru allastaðni. Í okkara køksskápum. Í okkara dýnum. Enntá í okkara húð. Ryggleys dýr fylla 97 % av øllum livandi verum og er ein týðandi partur av vistskipan okkara, men vit skeinkja teimum sjálvdan ein tanka. Tað kann summarframsýningin í Norðurlandahúsinum møguliga broyta. Her leggur finski listabólkurin nabbteeri nevniliga dent á ryggleys dýr
Soleiðis lýsir Norðurlandahúsið summarframsýningina, ið er fyri framman. Fríggjadagin klokkan
Nabbteeri er heitið á finska listabólkinum við Janne Nabb og Mariu Teeri. Norðurlandahúsið skrivar í tíðindaskrivi, at talan er um stórar stjørnur á alheims samtíðarlist pallinum. Tey hava m.a. sýnt fram á altjóða liststevnuni í Venesia, Venice Biennale, og fleiri stór listasøvn hava keypt verk frá teimum. Góða gongdin hjá nabbteeri stendst m.a. teirra heilt serstaka hátti at síggja og miðla heimin: Menniskjað hevur ikki tamarhald á umstøðunum, men er tvørturímóti bundin av teimum.
Nabbteeri er samansettur av listafólkunum Janne Nabb og Mariu Teeri
Í summarframsýningini, sum hevur fingið heitið Spectres, eru tað heldur ikki menniskju, sum eru í miðdeplinum, men tey ryggleysu dýrini, sum er heitið fyri øll dýr, ið ikki hava rygg. Til dømis eiturkoppar, flugur, hvalspýggj, sniglar, mottur, larvur osfr. Hesin bólkurin hevur høvuðsleiklutin og setur síni spor í eina rúgvu av verkum, tilfari og bráum. Vit verða m.a. møtt við ljósmundum, tóvirki, vatnlitum, myndhøgglist, readymades v.m., og ikki minst við deyðum smákyktum, sum m.a. eru funnin í Føroyum.
Spectres verður at síggja frá 4. juni til 15. august í Norðurlandahúsi Føroya. Norðurlandahúsið skrivar, at øll eru vælkomin til setanina av framsýningini 4. juni klokkan 15, men orsakað av koronastøðuni er neyðugt at melda seg til á nlh.fo
Her sæst framsýningarbólkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald