2018-08-25 17:02
Sambært DMI er tað nú greitt, at summarið 2018 er tað sólríkasta summarið, ið er mált í Danmark, síðan byrjað varð at gera mátingar í 1920.
Sambært DR hevur DMI í dag boðað frá, at gamla metið frá 1947 er sligið. Tá vórðu 770 sólartímar skrásettir, og í dag, 25. august, varð sólartími nummar 771 skrásettur.
Mett verður, at talið av sólartímum hetta summarið fer at koma uppá uml. 790, áðrenn august mánaði er liðugur.
Sambært veðurfrøðingum hjá DMI, kann árið 2018 eisini enda við at vera tað sólríkasta í danskari søgu.
Sólríkasta árið higartil er eisini 1947, har talið av sólartímum kom uppá 1878.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald