2021-06-12 12:42
Nes kommuna: Mikukvøldið 16. juni kl. 18 er tiltakið summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá.
Summarkvøld við Toftavatn er eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.
Farið verður avstað av tveimum støðum kl. 17.50: frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði.
Í ár hugleiðir Niclas Johannesen, og Niclas og Lena framføra. Eisini verða felagssangir sungnir.
Talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har burgarar og okkurt at drekka verða at fáa ókeypis.
Mint verður á kronatilmælini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald