2018-08-06 14:11
Í farnu viku skrivaði Portalurin, at ferðafólk øtaðust við, tá tey komu til Hvalvíkar at fiska í ánni. Áin var illa dálkað við olju.
Nú staðfestir Sunda kommuna fyri Kringvarpinum, at hóast áin og áarbakkin í Hvalvík er dálkað, er dálkingin so lítil nú, at kommunan ikki fært gjørt nakað við hetta nú.
Tilbúgvingin hevur gjørt kanningar sum vísa, at dálkingin kom úr sjónum og er farið niðan í ánna, men kommunan veit ikki at siga hvar dálkingin stavar frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald