Uttanlands

Sunnar tarmbakteriur gerst framtíðarinnar heilivágur

Heilsugóður mannatrekkur – kukkur – kann brúkast til at grøða fleiri sjúkur í framtíðini

(Modelmynd)

(Modelmynd)

2019-01-02 11:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tú hevur kanska hoyrt um, at fólk hava fingið gøgn frá øðrum fólkum í viðgerð av sjúkum og skaðum. Í framtíðini fara tey eisini at flyta trekk – kukk – frá frískum fólkum til sjúk fólk fyri at grøða tey, skrivar Danmarks Radio.

- Eg vænti, at bakteriur úr tarminum fara at kollvelta stóran part av medisinsku viðgerðini í framtíðini, sigur Henrik Munch Roager, granskari í tarmum og føðslu á Institut for Idræt og Ernæring á Keypmannahavnar universiteti.

Tarmbakteriur hjálpa við at sodna matin, vit eta. Tær framleiða týdningarmiklar vitaminir og eru við at tryggja okkara órinsskipan.

- Tarmbakteriurnar hava eisini samband við nervaskipanina kring tarmarnar og teir nervarnir hava samskifti beinleiðis við heilan. Tað merkir, at tarmurin hevur stóra ávirkan á restina av kroppinum, sigur Henrik Munch Roager við dr.dk.

Av tí at tað ikki er lætt at fáa heilan til at broyta sítt virksemi við hjálp av heilivági, so eru vónir fyri, at okkara heilsa kann ávirkast við at broyta samansetingina av bakterium í tarmunum.

Henrik Roager roknar við, at um eini tíggju ár so fara sjúkrahús í Danmark av álvara at gera brúk av at flyta skarn frá donorum til sjúklingar.

Á sjúkrahúsinum í Hvidovre ber longu nú til at fáa viðgerð við tarmbakterium, um tú ert raktur av vandamiklu bakteriuni clostridum, sum er orsøk til leyst lív og bruna í tarmunum. Viðgerðin gongur fyri seg á tann hátt, at bakteriurnar verða blandaðar í saltvatn og fluttar yvir í sjúklingarnar.

Á Hvidovre Hospital hava tey viðgjørt 146 glostridium-sjúklingar við eini blanding við kukki í. Umleið tveir triðingar eru grøddir, skrivar dr.dk.

Eisini á privatsjúkrahúsinum Aleris Hamlet í Aarhus arbeiða tey við at brúka sunnan kukk. Saman við universitetssjúkrahúsinum í Aarhus arbeiðir Aleris Hamlet við at menna ein opningspillara, sum er gjørdur av bakteriutilfari frá einum frískum donori. Pillarin er ætlaður sjúklingum við bløðandi langa, og skal takast upp í 25 ferðir um samdøgrið.

Morten Helms, yvirlækni á sjúkrahúsinum í Hvidovre, roknar við, at innan fá ár er læknavísundin komin nógv longur í granskingini av hvussu tarmbakteriur kunnu flytast frá einum fólki til annað.

Hann vísir á, at einaferð í framtíðini verður møguleiki at brúka henda viðgerðarháttin móti eitt nú sukursjúku, yvirvekt og til viðgerð av ígerðum orsaka av antibiotika-mótstøðuførum bakterium.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder