- Takið væl ímóti Marius Ziska, geylaði Gunnar Nolsøe tá fyrsta navnið á Vágsbøi í ár skuldi framføra.
Og tað gjørdu fólk, tóku væl ímóti Mariusi og hinum í vælspælandi bólkinum. Tað er einki at ivast í, at Summarfestivalurin og Vágsbøur leggja hart út við at byrja við einum navnið sum Marius Ziska, tí restin av kvøldinum hevur ikki tað heilt villa at bjóða.
Nakað av fólki var komið saman á bønum tá teir byrjaðu at spæla klokkan 20, men løgini sum rungaðu yvir Vágsbø drógu fleiri fólk, og heilt fitt av fólki lýddi á til síðsta lagið “Aftur til jørðina”. Ein lætti, at einki eykalag var.
Veðrið var sera gott. Turt og stilli, og tað siga veðurstovurnar fyri restina av festivalinum.
Í løtuni spælir Elona Planman á Torginum, og klokkan 22 fara Queen-tónar at ljóða á Vágsbøi tá stóra navnið hjá Summarfestivalinum í kvøld, Killer Queen fer á pallin.
Skráin í dag er nakað tunn, og seinni spæla Nalja, Eyðun Nolsøe og Grandma’s Basement.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald