Uttanlands

Sveisikur ríkisborgari handtikin í drápsmálinum í Marokko

20 fólk eru nú handtikin í málinum, og 15 teirra skulu fyri rættin í dag

2018-12-30 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein sveisiskur ríkisborgari varð í gjár handtikin í Marrakesh í Marokko í sambandi við málið um teir báðar norðurlendsku kvinnurnar, sum vórðu dripnar fyrr í mánaðanum.

Tað skrivar DR.

Danska Louise Vesterager Jespersen og vinkona hennara, Maren Ueland úr Noregi, vórðu dripnar í Atlasfjøllunum í Marokko, og vórðu tær funnar deyðar 17. desember nærindis lítlu bygdina Imlil.

20 fólk eru nú handtikin í málinum, og 15 teirra eru skuldsett fyri yvirgang og skulu fyri rættin í dag.

Sveisiski maðurin skal eitast at hava lært fleiri at skjóta og at hava fingið nýggj fólk uppí ein felagsskap, sum hevur til endamáls at fremja yvirgang í Marokko.

Umframt at vera ríkisborgari í Sveis, hevur hann eisini spanskan ríkisborgaraskap.

Myndugleikarnir í Marokko hava áður sagt, at drápsmálið í Atlasfjøllunum verður roknað sum yvirgangur.

Eina viku áðrenn norðurlendsku kvinnurnar vórðu dripnar, løgdu fýra av teimum handtiknu eitt sjónband út á netið, har tey svóru trúskap fyri Islamiskum Stati.

Hóast drápsmenninir siga seg stuðla Islamiskum Stati, heldur løgreglan í Marokko ikki, at leiðslan hjá Islamiskum Stati hevur nakað við hetta drápsmálið at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder