Svenska stjórnin er kunnað um, at løgreglan hevur skotvápnið, sum í 1986 varð brúkt til at drepa fyrrverandi forsætisráðharran, Olof Palme.
Tað skrivar svenska Aftonbladet. Blaðið hevur søguna frá keldum í sosialdemokratisku stjórnini.
Í morgin fer svenska ákæruvaldið at kunna um, ætlanin er at reisa ákærur í málinum ella um málið verður slept.
Tað eru 34 ár síðani Olof Palmen varð skotin og dripin á opnari gøtu í Stockholm.
Krister Petterson, ovasti ákæri, hevur fyrr sagt, at hann framvegis sá møguleika fyri, at tað ber til at siga, hvør tað var, ið drap Palme. Aftonbladet hevur fyrr skrivað, at gerningsmaðurin ikki longur er á lívi.
Rættarmál hóast gerningsmaðurin er deyður
Hóast tað er ein deyður persónur, sum verður útnevndur at vera gerningsmaður, so kann tað væntast, at ákærumyndugleikin hevur nóg mikið av prógvum til at reisa ákæru og fara gjøgnum eitt rættarmál, skrivar norska tíðindastovan, NTB.
Sambært enska blaðnum, The Guardian, høvdu svensku granskararnir, ið kanna morðið á Olof Palme, í mars ein fund við suðurafrikansku fregnartænastuna í Pretoria, har tey fingu handað skjøl, sum hava týdning í málinum.
Óvist er, um hesi skjøl hava nýggj prógv, ella um tað bert er ein spurningur um at greiða ivamál í kanningararbeiðinum, skrivar Ritzau.
Eitt av ástøðunum snýr seg um sokallaða ’skandiamannin’. Hann arbeiddi í tryggingarfelagnum Skandia, og var nærhendis, tá Palme varð skotin. Hann varð seinni havnaður sum vitni og ’skrivaður út úr málinum’.
Men tíðarritið Filter hevur síðan skrivað, at hesin ’skandiamaðurin’ gjøgnum ein vin hevði atgongd til vápn av sama slagi, sum drap Palme. Skandiamaðurin hataði Palme. Hann doyði í 2000, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald