Svenska trygdarløgreglan hevur gjørt fleiri húsarannsóknir í nátt. Ein persónur er handtikin undir illgruna fyri yvirgangsætlanir.
Talan er um fleiri bústaðir í vestara parti av Svøríki, sum eru kannaðir av trygdarløgregluni Säpo í nátt, skrivar Ritzau.
Ein persónur er undir illgruna fyri yvirgangsætlanir og fyri at hava brotið vápnalóggávuna, skrivar trygdarløgreglan í tíðindaskrivi.
Sambært Säpo hava fyrireikingar verið gjørdar til hetta tiltakið í longri tíð, og útlendskar trygdartænastur hava eisini verið blandaðar í málið.
Umframt tann eina persónin, verða fleiri aðrir persónar kallaðir inn til avhoyringar í málinum.
Atsóknirnar í nátt hava ikki ført til broytingar í hóttanarstøðuni í Svøríki, sum framvegis liggur á trý av fimm møguligum.
- Hetta merkir, at álop framvegis eru møgulig, skrivar Säpo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald