2021-06-28 08:47
Mánadagin í farnu viku atkvøddi meirilutin í svenska ríkisdegnum fyri misálitinum á stjórnina hjá Stefan Löfven, forsætisráðharra, og fekk hann eina viku at gera av, hvørt hann fór at leggja frá sær sum forsætisráðharri, ella um hann fór at útskriva nýval.
Vikan hjá Stefan Löfven er nú farin, og hevur hann innkallað til tíðindafund klokkan 9.15, har hann væntandi fer at kunna um sína avgerð, skrivar DR.
Á atkvøðugreiðsluni um misálit, vóru 181 atkvøður fyri, og 109 ímóti. 51 atkvøddu blankt, og átta tinglimir vóru ikki til staðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald