
Ein svenskur journalistur varð í gjár handtikin og fonglaður í Turkalandi.
Svenski journalisturin, Kaj Joakim Medin, sum arbeiðis fyri miðilin Dagens ETC, kom til Istanbul hósdagin fyri at viðgera mótmælini í landinum, sum hava verið seinastu dagarnar. Stutt eftir komu var hann handtikin.
Turkiski ríkisákærin upplýsir, at Medin er skuldsettur fyri at háða turkiska forsetin, Recep Tayyip Erdogan og fyri at hava tilknýti til ein yvirgangsfelagsskap.
Hetta er í sambandi við kanningar av einum mótmæli í svenska høvuðsstaðnum Stockholm, sum byrjaði í januar 2023, har ein dukka, sum ímyndaði Erdogan varð hongd frá einum lyktapela nærindis ráðhúsið í býnum.
Sambært turkisku myndugleikunum er Medin ein av 15 persónum, sum eru undir illgruna fyri at hava skipað fyri, eggjað til ella hava tilknýti til mótmælið.
Mótmælini í Turkalandi byrjaðu, eftir at borgarstjórin í Istanbul, Ekrem Imamoglu, sum verður mettur at vera størsti avbjóðarin hjá Erdogan á einum komandi vali, varð handtikin mikudagin í farnu viku.
Hósdagin upplýsti turkiski innlendismálaráðharrin, Ali Yerlikaya at mydnugleikarnir higartil høvdu handtikin 1.879 fólk fyri at hava luttikið í mótmælunum.
Les eisini: Turkaland: Fongslaður borgarstjóri verður forsetavalevni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald