Uttanlands

Svenskur Muhammed-teknari deyður í ferðsluvanlukku

Lars Vilks og tvey løgreglufólk koyrdu í einum sivilum løgreglubili, sum rendi saman við einum lastbili, og øll trý lótu lív

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-10-04 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svenski Muhammed-teknarin Lars Vilks lat sunnudagin lív í einari ferðsluvanlukku í Svøríki.

Lars Vilks og tvey løgreglufólk lótu lív, tá tann sivili løgreglubilurin, sum teir vóru í, rendi saman við einum lastbili uttan fyri Markaryd. Lastbilførarin varð koyrdur á sjúkrahús við álvarssomum løstum, skrivar Ritzau.

Lars Vilks er kendur fyri í 2007 at hava teknað eina karikaturtekning, sum ímyndaði profetin Muhammed sum hund. Hetta elvdi til fleiri deyðshóttanir, og hevur hann síðani verið undir verju hjá løgregluni.

Hetta var árið eftir, at Muhammedkreppan byrjaði orsakað av tekningum av islamiska profetinum, sum danska blaðið Jyllands-Posten hevði almannakunngjørt.

Lars Vilks gjørdist 75 ára gamal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder