Uttanlands

Svimjari dripin av hávi í Avstralia

Fyrstu ferð í næstan 60 ár, at hávur hevur dripið fólk í økinum nærhendis Sidney

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-02-17 07:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Strendurnar í eystara parti av Sidney í Avstralia eru stongdar í dag, meðan myndugleikarnir kanna eina hending, sum verður hildin at vera fyrsta drepandi hávaálopið í økinum í næstan 60 ár.

Bjargingartænastan varð kallað úr til økið Little Bay, umleið 15 kilometrar í ein landsynning úr miðbýnum í Sydney seinnapartin í gjár. Fráboðanin ljóðaði, at ein hávur hevði lagt á ein svimjara.

Tað upplýsir løgreglan í New South Wales í dag. Myndugleikarnir og bjargingarfólk hava "funnið mannaleivdir í sjónum”, upplýsir løgreglan sambært dpa tíðindastovuni.

Eitt nú hava tey funnið helmingin av eini vátdrakt. Eisini verður upplýst, at arbeitt verður við at eyðmerkja mannliga svimjaran, so familjan kann fáa boðini.

Lokalir miðlar skriva frá vitnum, at ein fýra metra langur hávur leyp á svimjaran.

- Maðurin varð so illa viðfarin, at tað var einki, sum fólkini í sjúkrabilinum kundu gera, sigur leiðarin fyri sjúkraflutningstænastuna í New South Wales við avstralski AAP tíðindastovuna.

Myndugleikarnir í Randwick býarpartinum vátta, at strendurnar í økinum, herundir Little Bay, Malabar, Maroubra, Coogee, Clovelly og La Perouse, eru stongdar í dag.

- Lívbjargarar brúka dronur og vatnskutarar fyri at kanna økið fyri hávar, verður upplýst.

Sambært lokalum miðlum, hava hávar ikki dripið fólk í økinum síðan 1963, tá ein 32 ára gomul kvinna varð tikin av einum hávi í Sugarloaf Bay. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder