Talið á innløgdum á intensivu deildunum í Svøríki minkar, men kortini óttast svensku myndugleikarnir, at trýstið verður ov stórt í summar, og hava teir tí biðið Danmark og Noreg um hjálp.
– Starvsfólkini, sum hava tikið sær av koronusjúklingum á intensivu deildunum hava verið undir ógvuliga stórum trýsti. Í summar hava vit ikki tey starvsfólkini, vit hava tørv á. Tað verður torført, sigur David Conrad, yvirlækni á intensivdeildini á Karolinska Universitetshospital.
Norski heilsumálaráðharrin, Bent Høie, sigur, sambært NRK, at hann er sinnaður at hjálpa Svøríki.
Sambært Ritzau hava myndugleikarnir í Danmark enn ikki sagt nakað um, hvørt teir eru sinnaðir at hjálpa Svøríki ella ikki, men formaðurin í Dansk Selskab for Anæstesiologi og Intensiv Medicin, Joachim Hoffmann-Petersen sigur, at danskir læknar eru sinnaðir at hjálpa.
– Tá eitt grannaland biður um hjálp, so mugu vit gera tað, vit kunnu. Vit hava eisini tøkan kapacitet, so tað megna vit, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald