Sambært svenska Aftonbladet, er semja nú gjørd millum fýra flokkar í ríkisdegnum, sum kann tryggja, at Svøríki langt um leingi fær eina stjórn.
Talan er um Sosialdomokraterna, Miljöpartiet, Centerpartiet og Liberalerna.
Nú skal semjan góðkennast av baklandinum hjá borgarligu flokkunum Centerpartiet og Liberalerna, sum fara at fundast í vikuskiftinum.
Tað er tó ikki vist, at hesi fara at skipa stjórn.
Fyri tey borgarligu verður hetta ikki nøkur løtt avgerð. Bæði Centerpartiet og Liberalerna søgdu nevniliga áðrenn valið, at tey ynsktu ein borgarligan forsetisráðharra. Eingin teirra ynskir ein sosialdemokratiskan forsetisráðharra, sigur sendifólk hjá DR.
Centerpariet søgdu áðrenn valið, at tey ætlaðu ikki at lata Sverigedemokraterna fáa nakra ávirkan, og tey søgdu eisini, at tey ætlaðu at fáa ein borgarligan forsetisráðharra, og tað ber ikki til hjá teimum at halda bæði vallyftini.
Annie Lööf, leiðari í Centerpartiet segði á tíðindafundi, at henda semjan er best møguliga loysnin í einari torførari støðu.
Sambært sendifólki hjá DR er tað sannlíkt, at Stefan Löfven verður verandi í ráðharrasessinum. Tó er enn ógreitt hvørjir flokkar sosialdemokraterna fara at skipa stjórn saman við.
Sosialdomokraterna, Miljöpartiet, Centerpartiet og Liberalerna hava ikki meiriluta, og tí tørvar teimum stuðul frá einum øðrum flokki sum t.d. Vänsterpartiet
Sviar fóru á val 9. september í fjør, og enn hevur tað ikki borið til at skipa nýggja stjórn, tí hvørki reyðgrøni blokkurin ella Alliansen fingu meiriluta, og hvørgin teirra ynskir at samstarva við Sverigedemokraterna.
Bæði leiðarin hjá Moderaterna, Ulf Kristersson, og Stefan Löfven vórðu niðurstemmaðir í Ríkisdegnum.
Ein 3. atkvøðugreiðsla, sum skuldi vera fyri jól varð avlýst og flutt til 16. januar, mikudagin í næstu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald