Uttanlands

Svøríki: Ungur maður bitin av eiturormi

Enn veit svenska løgreglan ikki, um hann er uttanfyri lívsvanda

Grønur mamba-eiturormur (Mynd: Visualhunt.com)

Grønur mamba-eiturormur (Mynd: Visualhunt.com)

2018-09-02 11:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein ungur maður í Göteborg varð leygarkvøldið koyrdur á sjúkrahúsið eftir at hava verið bitin av einari slangu.

"Hann varð bitin av einum grønum ella svartum mamba-eiturormi," sigur umboð hjá lokalu løgregluni, sambært Politiken.

Bæði tann grøni og tann svarti mamba-eiturormurin eru millum tíggju tey vandamiklastu eiturormasløgini í heiminum.

Løgreglan fekk boðini um slangubitið stutt fyri klokkan átta leygarkvøldið, og tá løgreglan kom á staðið, var hann longu farin avstað við sjúkrabili.

Enn veit løgreglan ikki, um maðurin er í lívsvanda, men tað er tíverri ein møguleiki, sigur vakthavandi hjá løgregluni í Göteborg. Tað veldst um, hvat slag av mamba hevur bitið hann.

Óansæð um talan er um ein svartan ella grønan mamba, hevur hann nervaeitur í sær. Tað lammar kroppin, og eitrið kann hava eina rúgvu av hjáárin, og í ringasta førinum er eitrið lívshættisligt.

Á listanum yvir tíggju mest vandamiklu eiturormasløgini, verður mett, at svarti og grøni mamba-eiturormurin liggur á 8. ella 9. plássinum.

Tað er ofta slangur, ið verða hildin sum húsdjór, ið hava meira eitur í kroppinum enn villar slangur.

Verður ein bitin av einari villari slangu, er tað møguligt, at slangan júst hevur bitið eitt annað djór, og sostatt hevur hon minni eitur eftir í kroppinum.

Áansæð hvat eigur man at viðgerða eitt slangubit skjótast gjørligt, men tað eru ikki øll slangubit, ið eru vandamikil.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder