Uttanlands

Sydney letur enn meira aftur

Fleiri enn fimm mió. fólk eru ávirkaði av tiltøkunum, sum myndugleikarnir hava sett í verk – Orsøkin er eitt nýtt útbrot av Delta-frábrigdinum

Gladys Berejiklian, leiðari í statinum New South Wales vil helst sleppa undan at seta tiltøk í verk, men í hesum førinum er tað neyðugt, sigur hon (Mynd: EPA)

Gladys Berejiklian, leiðari í statinum New South Wales vil helst sleppa undan at seta tiltøk í verk, men í hesum førinum er tað neyðugt, sigur hon (Mynd: EPA)

2021-06-27 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri varð boðað frá, at meginparturin av íbúgvunum í avstralska stórbýnum Sydney hava fingið forboð móti at ferðast úr býnum í eina viku, umframt at onnur tiltøk vórðu sett í verk. Orsøkin var eitt nýtt útbrot við Delta-frábrigdinum í økinum. 

Í gjár lat Sydney tó enn meira aftur. Heilsumyndugleikarnir mettu, at restin av býnum og økið kring býin eisini átti at lata aftur fyri at minka um smittuspjaðingina. Sostatt verða fleiri enn fimm mió. fólk ávirkaði.

Fólk í Sydney sleppa komandi tvær vikurnar bert at fara út, um tey hava eitt týðandi starv at røkja, um tey skulu eftir heilivági, í skúla ella keypa inn.

Higartil eru í minsta lagi 80 smittutilburðir staðfestir í sambandi við hesum útbrotinum.

Gladys Berejiklian, leiðari í statinum New South Wales, siger, sambært Ritzau, at tey helst ynskja at sleppa undan at seta tiltøk í verk, men at tað tíverri er neyðugt í hesum førinum.

– Tá tú hevur eitt frábrigdi sum Delta-frábrigdið, sum smittar meira, er tað ikki nóg mikið at lata aftur í tríggjar dagar. Skalt tú gera tað, mást tú gera tað ordiligt, sigur hon.

Avstralia hevur klárað seg betri undir koronafarsóttini enn fleiri onnur stór ídnaðarlond. Við afturlating av landamørkunum, og strangar reglur fyri sosiala samveru, hevur landið, ið hevur yvir 25 mió. íbúgvar, skrásett 30.400 smittutilburðir og 910 andlát. Hetta svarar til 120 tilburðir per 100.000 íbúgvar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder