![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nú er greitt hvørji løg luttakararnir í X Factor framføra í kvøld. Tema í kvøld er sjónvarp og filmur.
Tina Mellemgaard fekk seinasta fríggjakvøld kritikk frá Martin Jensen og Thomas Blachman, men kom kortini beinleiðis víðari til fjórða liveshow í kvøld. Hesaferð hava hon og hennara mentor Kwamie Liv valt lagið Same Girl hjá Randy Newman, og sum er úr sjónvarpsrøðini Eurphoria.
Kára Fossdalsá er í tveimum av trimum liveshow endaður í vandabólkinum, og skal tí í kvøld lyfta seg upp aftur. Hann fer í kvøld at syngja kenda lagið Rewrite the Stars hjá Zac Efron og Zendaya. Lagið er úr sangfilminum “The Greatest Showman”.
Hvørji løg hinir luttakararnir framføra sæst hjá tv2.dk her
Føroyingar kunnu atkvøða
Tað ber til hjá føroyingum at atkvøða, men tað nyttar einki at bíða til X Factor verður sent í Kringvarpinum, tí tá verður sent forskotið. X Factor byrjar sum nevnt á klokkan 19 føroyska tíð, og verður sent á TV2.
Fyri Tinu skal atkvøðast TI til 1234
Fyri Kára skal atkvøðast KA til 1234
Portalurin verður í kvøld á staðnum í Brøndby, har X Factor verður tikið upp, og vit fara at gera samrøður, taka myndir og annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald