2018-08-16 15:38
Tað tók einans 10 minuttir at drepa grindina í Hvannasundi í dag, sigur sýslumaðurin Karl Johansen, og leggur afturat, at drápið gekk sera skjótt fyri seg og var effektivt.
Sýslumaðurin metir grindina vera einir 100 hval, og sigur, at umleið 20 bátar vóru hjá grindini. Ein bólkur av springarum var eisini uppi í, men teir flestu í bólkinum fóru út aftur í havið.
Tað var Hans Pauli Purkhús við bátinum "Kunoyarnes", sum fann grindina umleið hálvan fjórðing úr Kunoynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald