Innanlands

Sýslumaðurin: - Ein hvalur rendi seg fastan og varð avlívaður

Fimm hvalir vórðu merktir í dag, men tað eydnaðist ikki at reka allar út aftur

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-05 17:45 Author image
Oda Strøm
placeholder

Um 13 tíðina í dag varð boðað frá grind, sum varð funnin 3 fjórðingar norður úr Barðinum. Seinni boðaði Jacob Vestergaard, sýslumaður, tó frá, at grindin fór ikki at verða hildin til, men fór heldur at verða merkt og rikin útaftur.

Tá ið alt kom til alt, var talan einans um eini 12 hval. Fólk frá Náttúrugripasavninum komu vestur at merkja hvalirnar, og fimm hvalir vórðu merktir í alt.  

- Tann eini rendi seg tó fastan og lá for leingi. Hann bleiv tí avlívaður. Men tað gekk fínt at reka hinar fýra út, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður.

Nakað av fólki var savnað á sandinum í Bø í dag, men veðrið var ikki av tí allarbesta - tað oysti nevniliga niður, meðan teir fyrstu hvalirnir vórðu merktir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder