Innanlands

Systkin stovna partafelagið Snarfrost

Virkið Snarfrost letur upp í næstum og fer at kunna virka eini 2.000 til 3.000 tons árliga

Snarfrost (Mynd: J. Helgi)

Snarfrost (Mynd: J. Helgi)

2018-08-10 08:41 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tummas K. Henriksen hevur saman við systkjunum Bárði, Jóannes og Sigrið, øll við eftirnavninum Henriksen, stovnað partafelagið Snarfrost við heimstaði í Miðvági, skrivar vp.fo.

Tummas er stjóri, Bárður er nevndarformaður og hini eru í nevndini. Formliga eru tað smápartafeløgini Mykines og Vestmek, sum eiga nýggja felagið.

Felagið hevur tvær milliónir krónur í partapeningi, og endamálið er at reka fiskivinnu, keyp, sølu og annað virksemi í hesum sambandi.

Tað er longu nakað av tíð síðani, at virkið í Miðvági varð keypt, og tíðliga í árinum segði Tummas Henriksen sambært vp.fo, at tað fór at ganga einar seks til átta vikur, til virkið byrjaði at taka ímóti fiski.

Tað hevur so tikið nakað longri, men væntandi letur virkið upp í næstum og fer at kunna virka eini 2.000 til 3.000 tons árliga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder