Hóast fleiri stórfyritøkur innan telesamskifti lata aftur dyrnar fyri Huawei, so eru tað eisini aðrar, sum gera avtalur við stóru kinversku telefyritøkuna.
Seinast hevur Huawei gjørt stórar avtalur í Polandi og Purtugal, skrivar Financial Times.
Ein av stjórunum í fyritøkuni, Ryan Ding, hevur í London boðað frá, at Huawei hevur gjørt avtalur við 22 feløg í sambandi við uppseting av 5G-netverkum og sigur at arbeitt verður við yvir 50 televeitarar um at gera royndir við netverkinum.
Hóast ávaringar, serliga úr USA móti kinesiskari teletøkni, valdi portugisiski samskiftisveitarin Altice at gera avtalu við Huawei um uppseting av nýggjum 5G neti, og tað sama hevur T-Mobile gjørt í Polandi. Malta og Papua Ný Guinea brúka longu útgerð frá Huawei, og síggja sostatt burtur frá amerikansku ávaringunum. Avstralia, Ný Sæland og Japan hinvegin hava gjørt av ikki at brúka útgerð frá Huawei.
Hóast fleiri stjórnir hava Huawei undir illgruna fyri at vera ein orsøk til trygdarvanda, er risastóra kinverska fyritøkan framvegis størsti veitarin av teleútgerð í heiminum. Huawei hevði í fjør ein umsetning á 92,5 milliardir dollarar – 612 milliardir krónur – og hetta, hóast fyritøkan so at siga als ikki var umboðað á amerikanska marknaðinum, skrivar Ritzau.
Les eisini: Huawei missir fleiri marknaðir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald