Innanlands

Talan um lítla grind – gongur í tveimum bólkum

Lá út fyri Kolbeinagjógv fyri løtu síðani

Finnbogi Midjord, sýslumaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Finnbogi Midjord, sýslumaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-08-02 11:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gongur spakuliga framá við at reka grindina, sum varð funnin við Flesjarnar fyrrapartin, norður gjøgnum Sundalagið.

Sagt verður, at talan er um eina lítla grind. Hon gongur í tveimum bólkum – teir stóru hvalirnir fyri seg, og teir smærru fyri seg.

Her um 11-tíðina var grindin stødd út fyri Kolbeinagjógv, so tað gongur nokk ein løta, áðrenn grindin er komin norður til Hvalvíkar, upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder