Uttanlands

Taliban: Vápnahvíld í Afghanistan í tríggjar dagar

Hetta verður í sambandi við eid, eitt hátíðarhald, sum markerar endan á ramadan

Kabul, Afghanistan (Mynd: EPA)

Kabul, Afghanistan (Mynd: EPA)

2021-05-10 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Taliban í Afghanistan hevur boðað frá, at vápnahvíld verður í tríggjar dagar í sambandi við muslimska hátíðarhaldið eid, sum byrjar ein av komandi døgunum, upplýsir talsfólk hjá hernaðarrørsluni.

Seinastu vikurnar hevur Afghanistan annars verið merkt av álopum, sum hava kravt fleiri mannalív. Hetta samstundis sum USA og onnur Nato-lond eru í ferð við at fáa hermenn úr landinum aftur.

Sambært afghanskum myndugleikum er tað Taliban, sum stendur aftanfyri álopið á ein skúla í høvuðsstaðnum Kabul leygardagin. Tá lótu 58 fólk lív, og fleiri onnur vórðu særd. Meginparturin av teimum dripnu vóru skúlagentur, sum vóru áveg heim.

Talsfólk hjá Taliban hevur tó víst aftur, at rørslan hevði nakað samband við álopið, skrivar Ritzau.

Eid, sum markerar endan á føstumánaðinum Ramadan, byrjar í vikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder