Taliban í Afghanistan hevur lýst vápnahvíld í tríggjar dagar frá í dag, boðar talsmaður hjá felagsskapinum frá.
– Taliban hevur boðað hermonnum sínum frá, at tey ikki skulu gera seg inn á økini hjá afghanska stýrinum, og somuleiðis verður heitt á afghanska herin um ikki at fara inn á økið hjá Taliban.
Afghanski forsetin, Ashraf Ghani, fegnast um hetta, og hevur hann givið herinum og løgregluni boð um at yvirhalda vápnahvíldina.
– Sum herovasti havi eg biðið tey um at yvirhalda vápnahvíldina og bert verja seg, um tey verða álopin, sigur hann sambært Ritzau.
Vápnahvíldin kemur eftir fleiri mánaðir við blóðugum stríði millum Taliban og afghanska herin.
Vápnahvíldin er í sambandi við endanum av heilaga muslimska mánaðinum ramadan, sum verður hátíðarhildin við eid-veitslu.
Síðan USA gjørdi innrás í Afghanistan í 2001, er tað bara hent eina ferð, at Taliban helt vápnahvíld. Tað var í 2018, har vápnahvíld eisini varð hildin í tríggjar dagar í sambandi við endnaum av ramadan.
Í 2018 fegnaðist afghanska fólkið um vápnahvíldina. Afghanskir hermenn, Taliban-stríðsfólk og sivilfólk hálsfevndust, ótu ís saman og tóku selfies saman, nakað, sum fyrr hevði verið púra óhugsandi.
USA og Taliban samdust um eina friðaravtalu í februar, men sambært afghanskum myndugleikum hava 3.800 álop verið í landinum síðan tá. Undir hesum álopunum hava 420 sivilfólk latið lív, og 906 eru vorðin særd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald