Uttanlands

Talið á deyðum er nú farið uppum 3000

Coronavirusið hevur kravt fleiri enn 2.800 mannalív í Hubei-landspartinum í Kina, og í amerikanska statinum Washington er nú lýst neyðrættarstøða, eftir at tvey fólk lótu lív um vikuskiftið

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-03-02 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Coronavirusið – COVID-19 – hevur nú kravt fleiri enn 3.000 mannalív.

Tað er í Kina, serliga í Hubei-landspartinum, har virusið hevur sín uppruna, at tey flestu andlátini eru skrásett. Burtsæð frá Kina er Suðurkorea tað landið, sum er harðast rakt av COVID-19 útbrotnum.

Seinasta samdøgrið hava 42 fólk í kinesiska Hubei-landspartinum latið lív orsakað av virusinum. Tilsamans hevur virusið har kravt 2.803 mannalív. Í Suðurkorea hevur COVID-19 kravt 22 mannalív higartil.

Virusið hevur nú spreitt seg til fleiri enn 60 lond, og um vikuskiftið vórðu fyrstu andlátini skrásett í USA. Talan er um tvey fólk, sum bæði vóru í statinum Washington, sum, sambært Ritzau, nú hevur lýst neyðrættarstøðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder