
Talið á persónum, sum hava latið lív í stríðnum millum ísraelar og palestinar seinastu dagarnar er nú komið uppum 100.
Talið á persónum, sum hava latið lív í ísaelsku loftálopunum í Gazageiranum er komið upp á 113. Millum teirra eru í minsta lagi 27 børn og 11 kvinnur. Í minsta lagi 580 afturat eru særd, skrivar DR.
Á ísraelskari síðuni hava higartil sjey latið lív. Millum teirra er ein fimm ára gamal drongur.
Men tað eru ikki bara ísraelski herurin og Hamas, sum stríðast móti hvørjum øðrum. Á gøtunum Í Ísrael eru eisini sivilfólk farin at leypa á hvønnannan. Seinastu dagarnar hava harðligir samanbrestir verið millum jødar og arabarar.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu hevur fordømt harðskapin, og er einki, sum rættvísger hendan atburðin, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald