Svøríki hevur hægsta talið á deyðiligum skottilburðum í Evropa, vísir ein frágreiðing, sum svenska ráðið fyri fyribyrging av brotsverkum, Brottsförebyggande rådet, hevur gjørt.
Kanningin, sum ráðið hevur gjørt, byggir á tøl úr 22 evropeiskum londum frá tíðarskeiðnum 2000 – 2019.
Í frágreiðingini framgongur, at meðan talið á skotdrápum er minkað í restini av Evropa, er talan hinvegin um eina øking í Svøríki.
Tá hugt verður at talinum á skotdrápum í teimum ymsu londunum, lá Svøríki niðast á listanum í ár 2000, men í 2018 var Svøríki komið ovast á listan, skrivar Ritzau.
Kanningin vísir eisini, at átta av 10 skotdrápum verða framd í kriminellum umhvørvum, har rúsevnishandil og 'bandakriminalitetur' ofta spæla ein leiklut.
– Soleiðis er tó eisini í øðrum evropeiskum londum, og sostatt finst eingin góð frágreiðing fyri, hví talið á harðligum skottilburðum veksur mest í Svøríki, sigur Klara Hradilova-Senin úr Brottsförebyggande rådet.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald