2018-09-12 14:02
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Teistin hevur ligið uttan framdrift nú í nakrar tímar í Skopunarfirði, men nú siglir hann aftur, og Brimil hevur slept endanum.
Hilmar Eliasen, stjóri á SSL, sigur við Kringvarpið, at Teistin hevur fingið framdrift aftur og er á veg á Gomlurætt, men fyribils fer Teistin ikki aftur í sigling, tí enn er ikki greitt, hvør orsøkin var til uppsteðgingina.
Hilmar Eliasen sigur, at Teistin verður kannaður, tá hann er komin á Gomlurætt.
Kunnað verður um siglingina restina av degnum, so skjótt sum kunningin er tøk, sigur Strandferðslan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald