2018-08-04 12:51
Teistin rendi á land í Skopun í gjár, og eitt lítið hol kom á kúlustevnið, sum gjørdi, at eitt sindur lak inn, og Teistin steðgaði tí við siglingini og fór til umvælingar.
Teistin verður tó væntandi klárur aftur í kvøld og fer at sigla aftur í morgin, sigur Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni, við Kringvarpið.
Sum nú er røkir Sam siglingina hjá Teistanum, Sildberin røkir leiðina til Kalsoyar, og Súlan røkir leiðina til Skúvoyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald