2018-09-12 13:04
Teistin hevur ligið uppsteðgaður í Skopunarfirði í meir enn ein tíma og bíðar nú eftir at verða sleipaður í land av Brimil.
Orsøkin til hví Teistin steðgaði upp er ikki greið enn. Roynt varð at loysa trupulleikan umborð, men tað sær út til ikki at hava eydnast.
- Teistin er uttan framdrift í Skopunarfirði, men tamarhald er á støðuni, sigur Strandferðslan á heimasíðuni.
35 fólk eru umborð á skipinum, upplýsir stjórin á SSL, Hilmar Eliasen, sum ikki hevur aðra kunning enn.
Av tí sama verða avlýsingar á Skopunar- og Hestleiðini í dag. Nærri kunning um sigling á leiðini verður løgd út á heimasíðuna hjá SSL, so skjótt sum kunningin er tøk, sigur Strandferðslan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald