Uttanlands

"The Big Bang Theory" sendirøðin steðgar í 2019

Síðsti sesongurin hjá vælumtóktu amerikansku sendirøðini byrjar 24. september

(Mynd: Associated Press)

(Mynd: Associated Press)

2018-08-23 08:50 Author image
Oda Strøm
placeholder

Aftaná 12 sesongir steðgar "The Big Bang Theory" skemtisendirøðin. Tað kunngjørdi sjónvarpsrásin CBS í gjár.

Sendirøðin varð fyrstu ferð send í 2007, og talan er um mest vælumtóktu skemtisendirøðina í sjónvarpinum í løtuni. 

Fleiri enn 18 milliónir hyggjarar hava fylgt trúfast við sendirøðini hvørja viku síðan 6. sesong í 2012, og tað er meir enn nøkur onnur skemtisendirøð í amerikanskum sjónvarpi.

Síðsti sesongurin byrjar 24. september og endar væntandi í mai mánað 2019. 

Framleiðslutoymini og CBS søgdu í felagsskrivi, at tey vóru "óendaliga takksom" fyri fjepparastuðulin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder