Uttanlands

The Eagles tikið metið hjá Michael Jackson

Bólkurin eigur mest seldu fløgu í USA nakrantíð

The Eagles: Their Greatest Hits 1971-1975

The Eagles: Their Greatest Hits 1971-1975

2018-08-21 19:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Amerikanski rokkbólkurin The Eagles hava sett nýtt sølumet. Fløga teirra “Their Greatest Hits 1971-1975” er mest selda fløga í USA nakrantíð.

Fløgan hjá bólkinum hevur nú selt 38 ferðir platin. Hetta svarar til 38 milliónir seldar fløgur. Við hesum hevur bólkurin nú tikið metið hjá Michael Jackson, sum átti mest seldu fløgu. Tað var fløga hansara “Thriller”, sum hevur selt 33 ferðir platin.

Nummar trý á listanum yvir mest seldu fløgur í USA liggur ein onnur The Eagles fløga. Tað er fløgan “Hotel California” frá 1977, sum hevur selt 26 ferðir platin, skrivar DR.

The Eagles var sett á stovn í byrjanini av 1970’unum í Los Angeles. Bólkurin gavst í 1980, men varð settur saman aftur 14 ár seinni, tó vóru bert Don Henley og Glenn Frey við at upprunaligu manningini.

placeholder
placeholder