Mentan

The Ellen DeGeneres Show á veg í søguna

Eftir 19 ár hevur Ellen DeGeneres valt at gevast við amerikonsku prátsendingini – Seinasti partur verður at síggja í 2022

Sendingin er ikki avbóðandi longur, heldur Ellen DeGeneres (Mynd: EPA)

Sendingin er ikki avbóðandi longur, heldur Ellen DeGeneres (Mynd: EPA)

2021-05-13 15:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í fjør gingu leysasøgur um, at  vælumtókta amerikanska prátsendingin "The Ellen DeGeneres show" hjá Ellen DeGeneres var á veg í søguna, eftir at fleiri starvsfólk – bæði fyrrverandi og núverandi – høvdu avdúkað, at arbeiðsumstøðurnar á sendingini vóru vánaligar, og at fleiri framleiðslufólk vístu "eina happandi atferð".

Í gjár váttaði Ellen DeGeneres sjálv fyri Hollywood Reporter, at hon gevst við sendingini eftir 19 ár. Seinasti partur verður at síggja í 2022. Starvsfólkini fingu boð um hetta týsdagin.

– Tá tú ert ein skapandi persónur, tørvar tær altíð avbjóðingar, og óansæð hvussu góð og stuttlig hendan sendingin er, er hon bara ikki ein avbjóðing longur, er frágreiðingin hjá Ellen DeGeneres.

Í mars bórust tíðindini eisini um, at sendingin hjá Ellen DeGeneres hevði mist eina mió. hyggjarar síðan september. 

63 ára gamla Ellen DeGeneres hevur biðið um umbering fleiri ferðir, bæði í einum opnum brævi og í sjálvari prátsendingini. Ein innanhýsis kanning, sum varð sett í verk, hevði eisini við sær, at trý framleiðslufólk vórðu koyrd úr starvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder