Mentan

The French Dispatch: ein Wes Anderson filmur um blaðmannayrkið og klassiska blaðskriving

Filmurin, ið hevur leikarar sum Bill murray, Tilda Swinton, Kate Winslet og Timothée Chalamet verður vístur í Filmsfelagnum mikukvøldið 23. mars

2022-03-18 08:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski stílskaparin og ikoniski filmsleikstjórin, Wes Anderson byggir í nýggjasta filminum eini fiktiv fronsk hús, sum í seinnu helvt av tjúgindu øld eru karmurin um eitt amerikanskt tíðarrit, “The French Dispatch”, ikki ólíkt The New Yorker, í fiktiva franska býnum Ennui.

Hesin filmurin verður vístur í Filmsfelagnum mikukvøldið 23. mars klokkan 20, og sýningin er almenn.

[object Object]

Til hesa ektaðu og stílisktiskt hugtakandi kærleiksváttan til eitt blaðhús og tíðarleysan journalistikk, hevur Wes Anderson savnað perlurøðina av fremstu Hollywoodleikarum, hann kennir so væl, so sum Bill Murray, Tilda Swinton, Saoirse Ronan, Willem Dafoe, Owen Wilson og Frances McDormand. Millum nýggju nøvnini hann arbeiðir við eru Timothée Chalamet, Elisabeth Moss, Kate Winslet og Benicio Del Toro, skrivar Filmsfelagið.

Í filminum er Bill Murray blaðstjórin og stovnarin á “The French Dispatch”, Arthur Howitzer (1900-1975), sum byggir á Harald Ross og William Shawn á The New Yorker, ið Wes Anderson altíð hevur droymt um at gera filmiskar stuttsøgur um. Her er úrslitið, sum er meira Wes Andersonskt enn nakrantíð.

Tilda Swinton er J.K.L. Berensen, sum byggir á Rosamond Bernier, ið ummælir list, Frances McDormand er Lucind Krementz, sum byggir á Mavis Gallant, ið skrivar stuttsøgur, og Owen Wilson er súklandi reportarin Herbsaint Sazerac, ið byggir á Joseph Mitchell og Luc Sante, og fotografur á gøtuni við Bill Cunningham sum fyrimynd.

Filmsfelagið hevur fingið filmin frá Disney+ til Føroya at vísa.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder