Mentan

The Greatest Showman í Løkshøll

Næmingar í 10. fl. í Tofta og Runavíkar fara í komandi viku at spæla leikin, sum snýr seg P. T. Barnum, ið veksur upp sum skraddarasonur, og sum seinni setur eitt sirkus á stovn.

Sýningarnar vera mánakvøldið og týskvøldið

Sýningarnar vera mánakvøldið og týskvøldið

2021-04-23 20:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í seinastuni hava 10. floks næmingar í e-Nám Sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla framført Leyvukongin (Lion King) í Mentanarhúsinum, og á Skúlatrøð í Klaksvík koyra sýningar av sangleikinum "Virus Virus".

Í næstu viku verða tað næmingar, sum ganga í Tofta og Runavíkar skúla, sum fara at royna seg á pallinum í Løkshøll. 26. og 27. apríl - mánadagin og týsdagin - vera samnalgt fýra sýningar av leikunum "The Greatest Showman”, sum er fyri øll, og sum millum annað er gjørdur til ein kendan Hollywood-film.

Um leikin verður skrivað soleiðis:

Leikurin er um P. T. Barnum, ið veksur upp sum skraddarasonur, og tey mugu stríðast fyri at klára seg. Men treiski drongurin kemur ígjøgnum uppvøksturin, og sum vaksin giftir hann seg við barndómsunnustuni, ríkmannadóttrini Charity. Saman fáa tey tvær døtur, men rík eru tey ikki.

Barnum droymir stórar dreymar og er fullur av góðum hugskotum. Tað fer at ganga rætta vegin, tá ið hann byrjar eitt show, sum verður kallað eitt sirkus, við øllum møguligum serskøltum ella “Freaks”. Har er alt frá einari skeggjutari damu til dvørgar og hundadreingin.

Kortini eru tað ikki øll, sum eru so fegin um Barnum. Yvirstættin heldur lítið um hann, og dagliga upplivir hann ágang. Hinvegin er sirkusið til stóra gleði fyri undirstættina. Men Barnum vil meira. Hann vil vera góðtikin av yvirstættini. Tað verður byrjanin til eina nýggja ferð í lívi hansara. Ein ferð, har hann má finna fram til, hvør hann í veruleikanum er.

[object Object]Mynd: nes.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder