Uttanlands

The Oscar verður møguliga hildið uttan vert

Akademiið hevur ongan í hug at taka yvir, nú Kevin Hart takkaði nei

2018-12-12 15:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tá The Oscar verður hildið í februar verður tað møguliga uttan vert. Kevin Hart varð settur sum vertur til stóra filmskvøldið, men takkaði nei eftir at nøkur gomul boð á Twitter um tað at verða samkyndur løgdu stórt trýst á hann og fyriskipararnar av The Oscars.

Fyriskipararnir hevur ongan í huga at taka yvir eftir Kevin Hart, og tí verður nú umhugsa ikki at hava nakran vert. Ístaðin er ætlanin at gera sum vælumtókta undirhaldssendingin “Saturday Night Live”, har ein røð av skemtarum og kendum halda sendingina koyrandi.

The Oscars verður hildið 24. februar 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder