Uttanlands

Theresa May: - Vit høvdu rætt

Bretski forsætisráðharrin segði í talu í dag, at bretar høvdu rætt, tá teir søgdu, at russar stóðu aftanfyri eiturálop

Theresa May, bretskur forsætisráðharri

Theresa May, bretskur forsætisráðharri

2018-09-05 16:32 Author image
Oda Strøm
placeholder

Eini evropeisk handtøkuboð eru nú eftir tveimum limum í russisku fregnartænastuni GRU, tí bretsku myndugleikarnir halda, at menninir standa aftanfyri eiturálopið í Salisbury í mars á fyrrverandi njósnaran Sergei Skripal og dóttir hansara, har Novichok varð brúkt. 

Tað boðaði bretski forsætisráðharrin, Theresa May, frá, í einari talu í dag í bretska parlamentinum. 

- Vit høvdu rætt, tá ið vit søgdu, at russar stóðu aftanfyri Salisbury-eiturálopið, segði May í dag sambært DR. 

 

Sambært bretsku løgregluni Scotland Yard eru "nóg mikið av prógvum" til at seta Alexander Petrov og Ruslan Boshirov frá fregnartænastuni GRU í samband við eiturálopið í Salisbury.

GRU er eitt akronym, sum á russiskum merkir "ovasta fregnartænastustýri".

Russisku fregnartænastulimirnir komu sambært bretsku løgregluni til flogvøllin í London, Gatwick, tann 2. mars 2018, og álopið varð framt 4. mars. Bretska løgreglan hevur hugt eftir 11.000 tímum av sjónbandaeftirliti og hevur avhoyrt fleiri enn 1.400 vitni.  

Minutt fyri minutt kann løgreglan greiða frá, hvussu menninir báðir brúktu almenna transport til og frá brotsstaðnum. Eisini hevur løgreglan sum skilst sjónbandaupptøkur av Alexander Petrov og Ruslan Boshirov uttanfyri húsini hjá Skripal, bert fáar minuttir áðrenn Sergei Skripal og dóttirin komu í samband við eitrið, skrivar DR. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder