Uttanlands

Theresa May á evropeiska rundferð

Tað verður neyvan møgulgiki at taka Brexit-samráðingarnar uppaftur

Theresa May hitti Mark Rutte í Haag á fyrsta støðginum kring Evropa í dag (Mynd: EPA)

Theresa May hitti Mark Rutte í Haag á fyrsta støðginum kring Evropa í dag (Mynd: EPA)

2018-12-11 09:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, er í morgun farin á rundferð í Evropa í royndini at fáa samráðingarnar um eina Brexit-avtalu uppafturtiknar.

Fyrsti støðgurin var í niðurlendska stjórnarbýnum, Haag, har hon helt fund við Mark Rutte, forsætisráðharra.

Síðan skal Theresa May eftir ætlan hitta týska kanslaran, Angela Merkel, í Berlin og seinnapartin hevur hon fund við ES-forsetan Donald Tusk í Brússell.

Hon vildi ikki svara spurningum frá miðlunum, tá hon um 9 tíðina í morgun kom til forsætisráðharraíbúðina, Catshuis í Haag.

Undir viðgerðini í Undirhúsinum í London í gjár, tá Theresa May valdi at útseta atkvøðugreiðsluna um Brexit-avtaluna í óavmarkaða tíð, segði hon, at tørvur er á at hyggja nærri eftir sonevnda ’backstoppinum’ í avtaluni.

Hetta skal tryggja, at tað ikki kemur eftirlit á markinum millum Írland og Norðurírland, heldur ikki um ongin avtala verður um Brexit.

Tey, sum eru ímóti skilnaðarvtaluni halda tó, at vandi er fyri at Bretland bindur seg til tollskipanirnar hjá ES í allar ævir uttan møguleika hjá landinum at gera egnar handilsavtalur, skrivar Ritzau.

Í Brússel er tó ikki stórur hugur at taka upp aftur samráðingarnar við Bretland. ES nevndarformaðurin, Jean-Claude Juncker, hevur í morgun sagt, at avtalan, sum varð gjørd, er ’best møguliga avtalan’.

Írska stjórnin er sambært Reuters kallað saman til fundar í morgun fyri at fyrireika seg til allar møguleikar í sambandi við at Bretland fer úr ES – eisini, at tey fara úr ES uttan nakra avtalu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder