2018-12-13 16:13
Theresa May, forsætisráðharri í Bretlandi og forkvinnna í Konservativa flokkinum, boðar frá, at hon fer frá sum forkvinna í flokkinum áðrenn valið í 2022.
Flokkurin hennara atkvøddi í gjárkvøldið um misálit móti henni, men eitt fleirtal vísti, at tey hava álit á forkvinnuni.
- Eg haldi at tað er rætt at lata ein annan føra okkum inn í parlamentsvalið, segði Theresa May sambært AP.
Atkvøðugreiðslan í gjár endaði við at 200 vísti henni álit, meðan 171 vildu hava hana frá sum forkvinnu. Hon hevði tørv á 159 atkvøðum fyri at halda fram sum forkvinna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald