![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Seinastu tíggju árini hevur tað verið beintfyri Ólavsøku, og soleiðis er tað aftur í dag. Faroe Pride 2019 fer av bakkastokki um eina løtu; skrúðgongan fer av Tórsvølli klokkan 16.00.
Tað er danski sjónvarpsverturin, Hans Pilgaard, ið setur Pride í ár.
Skráin fyri Faroe Pride 2019:
Kl. 15.45: Tað verður hitað upp við Tórsvøll og ókeypis fløgg verða deild út.
Kl. 16.00: Pride skrúðgongan byrjar við Tórsvøll. Øll eru vælkomin at luttaka í gonguni, sum fer oman á Vaglið.
Kl. 16.30: Ókeypis Pride konsert við Teitur, Jasmin, Marbles Lost, Helgi og danski sjónvarpsverturin Hans Pilgaard setur ársins Pride. Føroyska drag queen, Boogie O´Kayla verður vertur. Hetta verður á Vaglinum.
Kl. 18.00: Pre-Afterparty í Suppurgarðurin, har Springarasystrar diska.
Kl. 19.00: 50 ár eftir Stonewall – Framløga og stuttfilmaframvísing í Perluni, sum Faroe Islands Minority Film Festival standa fyri.
Kl. 21.00: Pride Afterparty í Sirkus við Joe & the Shitboys og ymiskum Djs
Vit hava myndir frá tiltakinum seinni í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald