Uttanlands

Tíggjutúsundatals amerikanarar mótmæla á gøtunum

Motmælisfólkini, sum savnaðust í 660 býum leygardagin, kravdu, at rætturin til fosturtøku verður varðveittur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-10-03 16:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið hava hundraðtúsundatals amerikanarar verið á gøtunum í fleiri amerikonskum stórbýum fyri at krevja, at rætturin til fosturtøku verður varðveittur.

"Mín kroppur, mítt val, mín rættur" var ein afturvendandi boðskapur á mongu skeltunum á mótmælunum leygardagin.

Størstu mótmælini vóru í høvuðsstaðnum Washington D.C., har ein stór mannamúgva – í høvuðsheitum kvinnur, men eisini fleiri menn – savnaðist nærindis Hvítu Húsunum.

Eitt av slagorðunum, ið varð rópt, var "Abortera texanska Taliban".

Mótmælini eru nevniliga fyriskipað í kjalarvørrinum á einari nýggjari lóg í statinum Texas, sum avmarkar rættin til fosturtøku.

Nýggja lógin, sum kom í gildi fyri einum mánað síðani, loyvir bert fosturtøku áðrenn hjartaslátturin hjá fostrinum kann mátast. Tað er vanliga í sættu viku av viðgongutíðini, áðrenn nógvar kvinnur yvirhøvur hava staðfest, at tær eru við barn.

Sambært Ritzau høvdu yvir 200 felagsskapir sligið seg saman um at skipa fyri mótmælistiltøkum í 660 býum kring USA.

Í Washington D.C. varð gingið móti hægstarættarbygninginum, har slóðbrótandi fosturtøkulógin, sum er kend sum Roe v. Wade, varð samtykt fyri nærum 50 árum síðani. Roe v. Wade tryggjaði rættin til fosturtøku í USA, og serliga rættin hjá kvinnum til at taka avgerðina sjálvar.

Sambært Roe v. Wade er fosturtøka loyvd fram til 22. - 24. viku í viðgongutíðini.

Í dag hevur amerikanski hægstirætturin ein konservativan meiriluta, harav tríggir av dómarunum vórðu settir í embætistíðini hjá fyrrverandi forsetanum, Donald Trump. Tí stúra fólk fyri, at amerikanski hægstirætturin fer at gera ímóti Roe v. Wade-avgerðini frá 1973. Higartil hevur hægstirætturin eisini avvíst at broyta umstríddu fosturtøkulógina í Texas.

Mánadagin skulu dómararnir viðgera eina nýggja fosturtøkulóg í Mississippi. Higartil í ár hava 19 statir samtykt 63 lógir, sum avmarka rættin til fosturtøku.

Niðanfyri eru nakrar myndir úr Los Angeles og Washington D.C.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder